140x140

Hvat er Føroya størsta matr.nr.?

10 tey størstu matr.nr. í Føroyum

Tey størstu matr.nr. í Føroyum roknað eftir vídd eru:

Nr. Hektar km2 Hagi Bygd mk-gl-sk
1 1473 14,73 Ognarhagin Kvívík 12-00-00
2 1197 11,97 Dalhagi Vestmanna 09-00-00
3 1086 10,86 Kvíggjarhamarshagi Saksun 11-00-00
4 954 9,54 Fjalshagi Vestmanna 09-00-00
5 942 9,42 Norðurhelvt Eiði 12-00-00
6 904 9,04 Dúvugarðahagi Saksun 10-08-00
7 896 8,96 Glyvurshagi Kirkjubøur 08-08-00
8 850 8,50 Sunnanmanshagi Eiði 13-12-00
9 836 8,36 Sundshagi Sandavágur 06-00-00
10 817 8,17 Handantúnstriðingur, Fyri norðan Ánna Svínoy 07-08-00

1 km2 = 100 hektar      1 hektar = 10.000 fermetrar

Kortið vísir Ognarhagan í Kvívík. Vetrarbitið er ikki íroknað víddina. Støddin á Ognarhaganum svarar til Skúvoy Koltur og Lítlu Dímun tilsamans.

Minsti eigindómur í Føroyum

Minsti eigindómur í Føroyum er matr.nr. 173 á Reyni í Havn.

Eigindómurin er vístur við grønum á kortinum. Longdin er 3 m og breiddin 60cm.
Støddin er sostatt 1,8 fermetur.



Gentan á myndini gongur á matr.nr. 173. Orsøkin, at slík smá matr.nr.
finnast, er, at matrikulkortini í Havnini eru uppmáld í 1925 og 1926. Tá vegir síðani eru gjørdir, eru matrikulkortini ikki altíð broytt samsvarandi.


Aftur

Hvat er Føroya størsta og minsta matr.nr.?